Fuglafjarðar kommuna hevur sett Sunlin Olavsdóttir Askildsen í starv sum málsviðgeri á teknisku deild hjá kommununi.
Sunlin er 55 ára gomul, útbúgvin verkfrøðingur við master í bruna og VVS/ HVS.
- Hon hevur drúgvar royndir sum ráðgevi á tekniska økinum, bæði í Føroyum og í Danmark.
Í kunning sigur Jóanis Erik Køtlum, kommunustjóri í Fuglafjarðar kommunu, at Sunlin byrjar í starvinum hin 1. mars.
##med2##
Vit kunnu leggja aftrat, at tekniskur leiðari hjá Fuglafjarðar kommunu er Harley Joensen.











