Sunleif Rasmussen við altjóða fløguútgávu

Sunnudagin 21. oktober kl. 16 verður útgávukonsert við Sælands Strúkikvartett í Klingruni í Norðurlandahusinum. Á fløguni ?STRING AGAINST STRING? eru 5 verk. Strúkikvartett nr.1 og nr.2, ið nevnist ?Sunshine and Shadows?. Hesar verða spældar á útgávukonsertini sunnudagin.

Hini verkini eru: ?Grave - in memoriam Karsten Hoydal? fyri strúkiorkestur, klarinett og slagverk, Violinkonsert nr.1 ?Songs of Seasons? og ?Echoes of the Past? fyri solo violin.

Útgávufelagið er danska DACAPO, hvørs fløgur koma út á asiatiska, evropeiska og amerikanska marknaðinum. Hetta er onnur fløgan hjá Sunleif Rasmussen, ið kemur út hjá DACAPO. Tann fyrra var ?Oceanic Days?, ið kom út í 2005. Hendan fløgan hevur selt sera nógv, og fekk sera góð ummælir í altjóða tíðarritum.

Strukaratónleikurin hjá Sunleif Rasmussen er í sera góðum hondum á hesari fløguni. Sum áðurnevnt er tað danska strúkikvartettin ?Sjællands Strygekvartett?, ið framførir kvartettirnar. Tónleikararnir í kvartettini spæla í Symfoniorkestrinum hjá Tivoli, ?Sjællands Symfoniorkester?.

Strukiorkestrið á fløguni er einki minni enn ?Ostrobothnian Chamber Orchestra?. Orkestrið, ið er eitt av heimsins bestu strúkiorkestrum, hevur haft konsertir um allan heim. Kamarorkestrið úr Eysturbotnisku víkini hevur, eins og tónaskaldið, vunnið Tónlistaheiðursløn Norðurlandráðsins. Kamarorkestrið í 1993 og Sunleif Rasmussen í 2002. Solisturin á fløguni er víðakendi finski violinisturin og orkesturleiðarin John Storgårds. Storgårds var orketurleiðari fyri ?Scottish Camber Orchestra?, áðrenn hann gjørdist orkesturleiðari hjá symfoniorkestrinum í Tampere (Tammerfors). Eisini er hann nógv nýttur gestadirigentur í m.a. Evropa, Avstralia, Japan, Kanada og USA. Hann spælir eisini at ótal av konsertum sum violinsolistur. Í ár hevur hann haft ikki færri enn 10 framførslir av soloverkinum á hesari fløguni. John Storgårds bað um og frumframførdi violinkonsertina, ið nú hoyrist á fløguni, saman við Ostrobothnian Camber Orchestra.

Í fløgubóklinginum skrivar tónleikafrøðingurin Henrik Friis m.a.:

?Við solostykkinum ?Echoes of the Past?, verður tónlistarliga víttfevnandi breiddin hjá Sunleif Rasmussen rættuliga sett í perspektiv. Tað er nakað grundleggjandi vakurt yvir klanginum. Hetta er galdandi bæði tá ið tónleikurin verður framførdur av solistum og av orkestrinum.

Allur tónleikurin er gjøgnumsúrgaður av persónligum, tónlistarligum eyðkenni, sum ger tónleikin sera áhugaverdan og serstakan. Stílurin hjá Rasmussen, við nakað av melankolskum bjartskygni ? ein beinrakin kliché ? fer ikki av kós, hóðast fjølbroyttu musikalsku hugskotini, ið áhaldandi troka á, tykjast eins og var alt Atlantshavið, fult av klangi og rútmum til taks hjá tónaskaldinum.

Sunleif Rasmussen signerar fløgur aftaná útgávukonsertina sunnudagin.