TÓNLEIKUR
Tíðindaskriv
Festivalurin, ið byrjar í dag og heldur fram til 14. februar, hevur í ár tónleik úr Norðurlondum sum tema. Í hesum sambandi hevur Radio France, ið stendur fyri festivalinum, bílagt seks nýggj verk frá norðurlendskum tónaskøldum. Eitt tónaskald úr hvørjum landi, og so eitt verk frá føroyska tónaskaldinum. Verkið hjá Sunleif fær tann stóra heiður at opna festivalin 30. januar, hetta tí at Sunleif er síðsta norðurlendska tónskaldið, ið hevur fingið tónlistaheiðursløn Norðurlandaráðsins. Tað er danska Radiosymoniorkestrið og barnakór við nýggja orkesturleiðara teirra Thomas Dausgaard, sum skal frumframføra verkið.
Øll atgongumerkini eru langt síðan seld til fyrstu konsertina, ið verður í »Olivier Messiaen« konserthøllini í franska útvarpshúsinum. Høllin tekur umleið 3000 fólk.
Konsertin verður beinleiðis útvarpað ígjøgnum EBU, European Broadcasting Union. Londini, ið velja at senda konsertina beinleiðis eru: Ísland, Noreg, Svøríki, Danmark, Finnland, Belgia, Luxemburg, Holland og Frakland.
Sunleif Rasmussen hevur í hesum sambandi gjørt samrøður við franska tónleikatíðarritið La Terrasse, svenska útvarpið, danska útvarpið og konsertkvøldið skal hann luttaka í beinleiðis sending í norska útvarpinum, áðrenn sjálva konsertina fríggjakvøldið 30. januar. Eisini fer ein sjónvarpsrás hjá Radio France at gera eitt innslag á tríggjar minuttir við tónaskøldunum, ið hava frumframførslur á skránni.
Teir sekstan dagarnar festivalurin varar, eru 104 konsertir. Tað eru í miðal umleið 3000 áhoyrarar til hvørja konsert, so tilsamans vitja umleið 300.000 fólk festivalin. Tað luttaka 76 tónleikabólkar, frá solistum til symfoniorkestur.
Umframt frumframførsluna fær Sunleif Rasmussen tvey onnur verk framførd í París