Súni: Vit vilja hava heiðursmerki

(Ljóðsamrøður) Hoyr samrøður við Súna Olsen (Víkingur) og Hjalgrím Elttør (KÍ) her

Bæði Súni Olsen hjá Vìkingi og Hjalgrím Elttør hjá KÍ hildu seg ikki hava fingið nógv burturúr við javnleikinum millum Víking og KÍ, tá liðini spældu 1-1 í Sarpugerði í Norðragøtu.

 

Súni leggur dent á, at tað hevur stóran týdning fyri teir at fáa heiðursmerki í landskappingini, og tí gerst ógvuliga hugtungt við øllum javnleikunum, sum ikki flyta Víking stórvegis á stigatalvuni.

 

Hjalgrím hevur eina líknandi kenslu, har hann ásannar, at KÍ kemur ikki úr stað, tá sigrarnir ikki koma á borðið.

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðurnar við Súna Olsen og Hjalgrím Elttør.