Suni: Vánaligasti dysturin hjá Fleyr higartil

(Rás2) Hoyr Suna Juul Pedersen hjá Fleyr seta orð á vónbrotið aftaná 0-3 heimatapið ímóti ÍF

Royndi landsliðsspælarin hjá Fleyr, Suni Juul Pedersen er ikki í iva aftaná 0-3 tapið ímóti ÍF á heimavølli í dag. Talan er um vánaligasta avrikið hjá Fleyr higartil í ár. ÍF vann 3-0 á Fleyr í Gundadalshøllini í dysti meistaradeildini hjá monnum. Settmunurin var 18-25, 19-25 og 18-25.

 

Tó vil Suni Juul Pedersen viðurkenna, at ÍF spældi framúr væl, og Suni framhevjar serliga blokkin hjá ÍF, sum er sera sterkur.

 

Suni Juul Pedersen ásannar, at tað verður torført hjá Fleyr at vinna seg í FM-finaluna, men teir fara at gera sítt ítarsta fyri at røkka tí málinum.

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Óli G. Samuelsen hevði við Suna Juul Pedersen aftaná 0-3 tapið hjá Fleyr ímóti ÍF í Gundadalshøllini.