Súni trýr upp á tað

Skála skal byrgja fyri mistøkum og fáa nyttu úr møguleikunum, sum liðið megnar at spæla seg til

Avrikið undan og eftir steðgin í 3-0 Víkinga sigrinum á Argjum var sum nátt og dagur. Undan hvíldini var tað málleyst, og tá vóru stinnu sentralu miðvallararnir Hallur Hansson og Súni Olsen ofta áskoðarar. Eftir steðgin var miðvøllurin meiri eyðsýndur, og tá skoraði Súni tvær ferðir og Finnur Justinussen eina ferð:

-Vit skulu byggja á avrikið í 2. hálvleiki ímóti AB. Gera vit tað, so hava vit møguleikar ímóti øllum. Nú hava vit Skála og B68, áðrenn HB kemur at vitja í síðsta umfarinum undan summarsteðginum.  Tað er upp til okkum at gera av, um vit framvegis skulu vera við til at spæla um heiðursmerkini, sigur Víkinga liðformaðurin Súni Olsen, sum veit, hví tað gekk minni væl í 1. hálvleiki ímóti AB:

-Vit taptu 2-0 á heimavølli ímóti teimum í fyrsta umfari. Tí bundu vit um í verjupartinum. Tað eru ov nógv mál farin ígjøgnum hjá okkum í ár. Tí eru vit serliga væl nøgdir við, at vit hildu tætt á Argjum, og tað er ein av setningunum ímóti Skála, sum ivaleyst bjóðar av í álopspartinum.

Hans Jørgen Djurhuus og Dánjal Pauli Lervig eru skaddir.

Eitt av Víkinga vónbrotunum fyrr á árinum var, tá ið tað endaði 1-1 á Skála. Skálamenn bíða framvegis eftir fyrsta sigrinum:

-Tað verður torført í Gøtu, men vit hava ikki mist mótið. Í framrættaða partinum spældu vit okkum til møguleikar ímóti B36, men vit megnaðu ikki at fáa úrtøku. Tá ið vit fingu tvey mál ímóti okkum eftir stórar verjuvillur, so vita vit væl, hvat skal verða betri í Gøtu, sigur Pætur Dam Jacobsen.

Hjá Skála er Poul N. Poulsen langtíðarskaddur.