Kvinnurnar hjá Fleyr hava vunnið seg í steypafinaluna hjá kvinnum í flogbólti.
Fleyr vann fyrr í dag 3-1 á TB í hálvfinaluni, sum var spæld í KÍ-høllini. Settmunurin var 25-22, 25-11, 22-25 og 25-17.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Óli G. Samuelsen gjørdi við hjálparvenjaran hjá TB, Suna Yong Petersen aftaná dystin.
Suni Yong Petersen staðfestir, at gjøgnumgangandi fann TB ikki rútmina, og fann heldur ikki móttrekkini til góða spælið hjá Fleyr, tó bragdaði í triðja setti, sum TB vann 25-22, men samlað rakk tað ikki.
Suni Yong Petersen undirstrikar eisini, at Fleyr spældi væl, og Anja Danielsen hjá Fleyr, sum er komin heim úr Danmark munaði væl hjá Fleyr í dag.
Hoyr samrøðuna Óli G. Samuelsen gjørdi við Anju Danielsen hjá Fleyr aftaná dystin HER
Hoyr hvussu tað ljóðaði á Rás2, tá Óli G. Samuelsen segði frá teimum avgerandi bóltunum í dystinum TB-Fleyr 1-3. Og hoyr samanumtøkuna hjá Hans Fróða Jensen HER