BILASØLUMAÐUR
Eirikur Lindenskov
? Eg havi altíð havt sera stóran áhuga fyri bilum, og eg havi altíð fjasast við bilar, sigur 42 ára gamli Suni Magnussen ? ella Suni í Fotobúðini ? sum vit eisini kenna hann.
Suni Magnussen hevur skift bransju ? hann er farin at selja bilar í Bilfríðkuni hjá Ludvík Petersen í Havn Bilfríðkan selur bilar av merkjunum BMW og FIAT. Suni eigur Fotobúðina í Handilskjallanum í Havn, og har hevur hann starvast síðani 1977, tá hann fór í læru hjá Sigurði Bech. Tó var hann burtur frá eina tíð miðskeiðis í áttatiárunum, tá hann royndi seg sum bilasølumann hjá Ivan Johansen í hálvtannað ár.
Síðani Suni var heilt ungur hevur hann pilkað við bilar. Hann hevur eisini sett fleiri bilar í stand í smiðjuni hjá abbanum á Hoydalsvegnum.
? Meðan eg var hjá Ivani fekk eg tilboð um at taka yvir Fotobúðina, og eg tók av, sigur Suni Magnussen, sum síðani hevur átt og rikið Fotobúðina.
Men hann hevur kortini ikki heilt slept Fotobúðini:
? Eg havi gott fólk at hjálpa mær, og tí bar tað til hjá mær at royna okkurt annað. Ludvík og eg kennast væl, og vit hava so ofta tosað um tað, at tað hevði verið stuttligt hjá mær at roynt meg í hesi vinnuni ? og nú bleiv tað so til tað, sigur Suni Magnussen, sum tó ikki heilt hevur slept fotohandlarayrkinum. Hann hevur ávísar uppgávur í handlinum sjálvur, so sum postin, bókhald, eins og hann stendur fyri skanningum av gomlum mynd o. l., men er tó til arbeiðis fullan dag hjá Bilfríðkuni.










