Í annaðkvøld skal Víkingur á útivølli spæla seinnu hálvfinaluna í steypakappingini ímóti EB/Streymi. Útgangsstøðan er góð hjá Víkingi, sum frá fyrru hálvfinaluni eigur 4-1 sigur. Ta ferðina skoraði Súni Olsen tvey mál. Nú er tað greitt, at Súni ikki verður millum liðfelagarnar í annaðkvøld.
Tað vóru ikki góð boð, sum veteranurin og álitið á Víkinga miðvøllinum, Súni Olsen, fekk, tá ið hann í dag var til kanningar á Landssjúkrahúsinum. Longu í morgin verður hann lagdur undir skurð, og tað verður roknað við, at hann ikki verður at síggja aftur á vøllinum í Sarpugerði fyrrenn í minsta lagi um einar 6 vikur.
Súni skal til síðstu próvtøkuna í læraraútbúgvingini klokkan 10 í morgin. Seinnapartin verður hann lagdur undir skurð á Landssjúkrahúsinum.
-Kanningarnar í dag vístu, at eitt bein ovarlaga í vinstra vanga – millum eygað og oyrað – er brotið. Skaðin stóðst sunnudagin, tá ið vit spældu á heimavølli ímóti Skála. Talan var um tilvildarligan samanstoyt við mótstøðumann. Hetta var miðskeiðis í 2. hálvleiki. Pínan var øgilig, og eg fór beinanvegin av vøllinum og til kanningar. Nú er so staðfest, at talan er um brot. Eg eri fegin um, at tað ber til longu í morgin at sleppa undir skurð. Tað verður roknað við, at neyðugt verður við steðgi frá fótbóltinum í minsta lagi í seks vikur. Eftir summarsteðgin skulu vit 27. juli spæla á útivølli ímóti NSÍ. Eg vóni, at tað fer at bera til at spæla aftur tá, men nú fáa vit at síggja, sigur Súni Olsen.
Tað vil við øðrum orðum siga, at hann umframt í annaðkvøld ímóti EB/Streymi ikki verður ivið á útivølli ímóti B68 sunnudagin og á heimavølli ímóti HB annan sunnudag. Harvið er tað greitt, at Súni heldur ikki verður við, tá ið Víkingur sum steypavinnari í summarsteðginum í landskappingini fer at royna seg í europeisku kappingini.
At Súni ikki er tøkur er sera dyggur smeitur fyri Víking. Higartil í ár hevur hann verið ein tann mest eyðsýndi spælarin í føroysku kappingini. Umframt at hava skorað sjey mál hevur fyrrverandi landsliðsspælarin lagt upp til fleiri onnur mál og spælt sera væl.
-At eg eri sloppin undan skaðum hevur borið við sær, at venjingarstøðan er góð, og tað hevur gingið væl. Hetta er harmuligt, men eg glaður um, at talan ikki var um størri skaða, og eg vóni, at tað fer at bera til at vera við aftur beinanvegin eftir summarsteðgin, sigur Súni Olsen í kvøld.