flogbóltur
- Hetta var ein frálíkur dagur, helt ein av mest royndu spælarunum á føroyska flogbóltslandsliðnum, Suni Juul Pedersen, tá vit eftir sigurin á Cayman fingu orð á hann.
Við hesum sipaði hann sjálvandi til teir báðar sigrarnar, sum føroyska liðið hevði vunnið sunndagin, og sum at kalla hava tryggjað liðnum pláss í hálvfinaluni.
Torførur dystur
Serstakliga var hann fegin um sigurin á Cayman. Ein sera torførur dystur, men tó ikki torførari, enn Suni hevði roknað við.
- Vit sóu teir spæla á Gotlandi, sum var fyrsta luttøkan hjá teimum, og tað var greitt, at teir høvdu nakað at byggja uppá. Teir høvdu tveir sera góðar smasharar, meðan hinir ikki vóru eins góðir, og spurningurin var so, um teir høvdu fingið fleiri av hasum slagnum. Tað høvdu teir tó ikki, men teir vóru kortini nakað sterkari nú, enn teir vóru á Gotlandi.
Í longum løtum av dystinum tóktist føroyska spælið ikki nóg agressivt, og Suni var sum so eisini samdur í hesum.
- Nei, vit vunnu ikki nóg nógv í blokkinum, og heldur ikki vunnu vit nóg nógv í álopinum, tá vit høvdu møguleika til tað.
Hóast tveir dystir innan ein dag er harður kostur, so helt hann ikki, at hetta hevði ávirkað negativt í so máta.
- Dysturin í morgun var rættiliga lættur, men tað, sum eg haldi gjørdi størsta skaðan var, at tað gekk so væl í fyrsta settinum nú. Vit fóru tá at taka okkum av løttum, og tað kanst tú ikki loyva tær í slíkum dysti.
Hálvfinalan er heima
At tað so kortini eydnaðist at vinna, er sjálvandi nakað, sum Suni frøddist um.
- Nú skuldi vit verið í hálvfinaluni, tí burtur sæð frá dystinum móti Saaremaa, so eiga vit at vinna hini liðini í bólkinum við 3-0. Dysturin móti Saaremaa skal tó helst eisini vinnast, so vit fáa veikara liðið í hálvfinaluni, men tað fáa vit so at síggja, segði Suni Juul Pedersen at enda.