Suni er á veg

Superligafelagið AaB er farið á venjingarlegu í Turkalandi.

Sunnudagin vandi spælararnir fyri fyrstu ferð á hesari venjingarlegu, og týsdagin spæla teir dyst ímóti ukrainska liðnum FC Illichivets Mariuspil. Bæði Jón Rói Jacobsen og Suni Olsen eru við á venjingarleguni. Jón Rói venur sum vanligt, meðan Suni Olsen, ið hevur havt ein skaða í fótinum, er farin at venja aftur, og sunnudagin var hann við í tí mesta undir venjingini. AaB-heimasíðan skrivar, at Suni nú skal fáa formin upp á pláss aftur, eftir ein steðg í tveir mánaðir.