Súni Olsen hevur roynt nógv í sínum fótbóltslívið við landsliðnum, GÍ, B36, og í donskum og niðurlendskum fótbólti. Ígjár fekk hann so eina ta størstu upplivingina, tá Víkingur vann seg víðari við einum 2-1 sigri á Tromsø, og er harvið fyrsta føroyska felagsliðið, sum vinnur seg í 3. undanumfar í Europa League kappingini.
Súni staðfestir, at talan hevur verið um eina ótrúliga og stuttliga ferð, og hann ætlar sær í góðum treysti undir uppgávuna í tí 3. undanumfarinum, har Rijeka úr Kroatia verður mótstøðuliðið.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna við Súna Olsen.