Súni bíðar eftir dóminum

Møguleiki er fyri at Víkinga veteranurin ikki verður førur fyri at spæla aftur nógvu tær næstu vikurnar

Í dag verður grannauppgerð í Fuglafirði. Víkinga ferðalagið fer úr Sarpugerði og inn um Varmakeldueið. Hetta er onnur ferðin, at liðini hittast í landskappingini í ár.

Fyrri dysturin endaði 2-2. 22. apríl hittust hesi somu liðini í fjórðingsfinalu í steypakappingini í Fløtugerði. Tá var dramatikkurin øgiligur. Úrslitið var, at tað eftir vanliga leiktíð var 2-2 og eftir longda leiktíð 3-3. Og so vann Víkingur brotssparkskappingina 9-8!

ÍF veteranurin Bartal Eliasen verður ikki við í dag. Hann er burturstaddur saman við flogbóltslandsliðnum hjá kvinnum. Hósdagin megnaðu fuglfirðingar at vinna 3-0 á útivølli ímóti EB/Streymi.

Víkinga veteranurin Atli Gregersen verður við aftur í miðverjuni, eftir at hann seinastu ferðirnar hevur verið leikbannaður. Víkinga málverjin Geza Turi er framvegis leikbannaður.

 

Tá ið Víkingur hósdagin vísti góðan hugburð og spældi væl í 3-1 heimasigrinum á AB, noyddist Súni Olsen av vøllinum, tá ið tað restaðu 21 minuttir. Tað er greitt, at Súni Olsen verður ikki við í dag, og tað er ivasamt, nær hann verður førur fyri at spæla aftur.

Súni Olsen noyddist av vøllinum, tí hann var skaddur í liðbondunum í knænum. Eftir kanningar í næstu viku verður greitt, nær hann verður førur fyri at spæla aftur. Í Víkingi stúra teir fyri, at talan kann verða um langan skaðasteðg.