Sungið verður ikki eftir nótunum

Løgmaður fegnast um, at talið av arbeiðsleysum er lækkað við 400 fólkum síðani februar. Hetta er nú ikki nakað, sum nakar kann harmast um, men tíverri er hetta at manipulera við statistikkinum.

Fyri tað fyrsta er tað vanligt, at arbeiðsloysið er hægri um veturin enn um summarið. Og so vísa hagtølini frá 2008 og frameftir, at arbeiðsloysið er støðugt hækkað seinastu trý árini..
Í 2008 var tað 1,3 prosent, - árið eftir var tað 3,9 prosent, - í juni í 2010 var tað 5,7 prosent - og í juni í ár er tað 6,8 prosent.. tvs at arbeiðsloysið er fimmfaldað seinastu 3 árini.
Tað var tað talið, sum løgmaður átti at viðgjørt og komið við einum boði uppá, hvussu man kom til lívs.
At viðløgd hagtøl og røða løgmans soleiðis eru diamentralir mótsetningar, prógvar, hvussu lætt løgmaður gongur um ta álvarsomu støðu, vit eru í.
Ein helt skemtiliga fyri undir viðgerðini, at: um vit nú søgdu, at hagtølini, vóru nótarnir, sum røðan skuldi skrivast eftir, og røðan var sangurin, sum varð sungin. So var sangurin positivur og glaður, men trupulleikin var bara, helt hann, at har var ikki sungið eftir nótunum.
Ein annar politikari samanbar hagtølini við bíbliutekstin til Gudstænastuna á Ólavsøku,. Ein bíbliutekstur, sum í sær sjálvum er ógvuliga dapur, - eins og hagtølini til røðu løgmans eru tað. Og prestarnir, sum skulu prædika til henda dapra tekst vita ofta ikki heilt, hvussu teir skulu sampakka glaða Ólavsøkustemningin við tekstin til dagin. Og tí verður ofta prædika heldur positivari enn bíbliuteksturin leggur upp til.
Ì røðuni verður heldur onki sagt um mentan, - sum forrestin eisini varð tagd burtur í løgmansrøðuni í fjør.
Skuldin til útlandið, sum vaksur skjótt, verður ikki nevnd.
Og heldur onki verður sagt um, at fólkatalið í Føroyum er í minking, ella at øll økini uttanfyri Suðurstreym og Eysturoynna somuleiðis eru í minking.
Alt hetta átti annars at verið tað, sum løgmaður gjørdi mest burturúr.
Men so er ikki.
Niðurstøðan kann tí verða, at løgmaður veit ikki, hvat hann skal brúka tíðina til, sum eftir er av hesum valskeiði.
Men her er nóg mikið at tríva í. Vænti tó ikki, at sitandi samgonga og leiðsla er før fyri at fáa nakað úrslit í hús. Tey fingu átta ár. Og tað, sum tey ikki kláraðu uppá 8 ár klára tey ikki nú í endaspurtinum.
Tað, sum er komið av skafti er hent eftir, at Fólkaflokkurin fór úr samgonguni og Tjóðveldi gjørdi semju við tað, sum er eftir av samgonguni um ymisk rættiliga prinsipiell mál.
Nú er tíðin komin til nýval, so vit kunnu byrja frá byrjan av einum valskeiði, og ikki sum nú, har landsstýrisfólk mest sum eru desperat at fáa mál avgreidd áðrenn valið.
Tað líkist alt ov nógv eini roynd at fáa ein varða eftir seg, heldur enn at geva málinum ta viðgerð tað hevur uppiborið. Og tá er drívmegin persónligur vinningur, sum løgmaður í løgmansrøðuni heldur eigur at verða orsøk til nýval.
Dúgliga verður telvað við einum vali. Men so mikið eigur man at kunna rokna út, at áðrenn næsti mánaður er farin afturum, hevur løgtingsval verið!