Sundsvegurin fullkomiliga broytast

Tórshavnar Kommuna hevur gjørt ymiskt seinastu tvey árini við Sundsvegin, sum fólk kæra seg nógv um framvegis.

 

FERÐSLA

Ferðslutrygd www.info.rff.fo




Tórshavnar Kommuna hevur gjørt ymiskt seinastu tvey árini við Sundsvegin, sum fólk kæra seg nógv um framvegis. Tveir nýggir gonguteigar á horninum millum Ringvegin og Sundsvegin við gonguteigaljósum og skeltum eru komnir.

Harafturat er Sundsvegurin og gongubreytin asfalterað. Marius Müller, tekniskur stjóri hjá kommununi, sigur, at fyri at bøta um ferðslutrýstið á Sundsvegnum, hevur kommunan ætlanir um at føra Sundsvegin oman í verandi rundkoyring við endan á R.C.Effersøesgøtu. Eisini er ætlanin at gera ein veg úr Sundsvegnum yvir í Villingardalsvegin og eina rundkoyring við Sundsvegin/Óluvugøtu. Hesi arbeiði verða væntandi gjørd samstundis, sum Berjabrekka 3-ætlanin verður framd, sum m.a. umfatar bygging av uml. 120 íbúðm.