Nú er arbeiðið komið so mikið langt at skráin hevur verið lýst her í blaðnum, og longu í kvøld byrjar fyrsta tiltakið á stevnuni.
Fólk eru sum vera man spent uppá stevnuna, og skal ein ganga eftir skránni er talan um eina rættiliga fjølbroytta skrá fyri allar aldursbólkar.
Her verða bæði tiltøk til børnini, tey ungu og tey vaksnu, soleiðis at øll kunnu fáa okkurt burtur úr stevnuni í ár.
Bæði ítróttarfeløg, einstaklingar, samkomur og mong onnur ynskja tí at bjóða fólki vælkomin á stevnuna.
Serliga spennandi man tað vera fyri tey ungu, sum leygarkvøldið sleppa at royna ítróttarhøllina á fyrsta sinni, tá Showmenn fara at spæla til dans.
Annars verður skúlin, skótahølini og økið við missiónshúsið helst støðini, har mesta fólkið fer at savnast. Men eisini á Royndarstøðini.
Her fer ein nevniliga at hava djóraframsýning og mong onnur tiltøk um vikuskiftið. Tá hetta tiltakið var á seinastu stevnuni var sera væl undirtikið. Bilarnir stóðu langt niðan móti tunnilsmunnanum og hinumegin stóðu bilar langt niðan í Kollfjarðardal.
So er bert eftir at vóna, at veðrið verður fyrireikarum og luttakarum til fyrimuns.
Góða Sundalagsstevnu!









