Í Sundalagnum ein sóljudag

Triðja hvørt ár eiga hósvíkingar túrin at skipa fyri Sundalagsstevnuni.

Hesa seinastu tíðina hevur nógv verið gjørt fyri at skipa so fyri, at bygdarfólkið og tey vitjandi skulu fáa eitt so gott vikuskifti sum tilber.
Skráin fyri stevnuna er prentað í blaðnum í dag, eins og vit hava ein hóp av tilfari úr og kring um stevnubygdina.
Hóast skráin er meiri skerd enn upprunaliga ætlað, so er kortini talan um eina áhugaverda skrá.
Stevnan verður sett leygardagin kl. 14, tá Heðin Zachariassen, borgarstjóri í teirri samanløgdu Sunda kommunu fer at seta stevnuna. Við hetta høvið spælir eisini GHM.
Á midnátt sama kvøld er hugnaløta niðanvert bygdarhúsið, har Heidi Petersen, løgtingskvinna fer at halda røðu og Sundakórið fer at syngja.
Hvat veðrinum viðvíkur, so er bert eftir at vóna at tað verður øllum til vildar ? serliga hjá teimum, sum skipa fyri tiltøkum uttandura, men eisini hjá teimum mongu stevnugestunum.
Góða Sundalagsstevnu 2005.