Sundalagið er á veg upp á turt

Tepri heimasigurin ímóti ÍF ber við sær, at tað nú eru fimm stig frá EB/Streymi og til niðurflytingarpláss

EB/Streymur hevur leingi verið í heilt tungum sjógvi, men nú sær tað væl frægari út. Fyri tveimum vikum síðani vann EB/Streymur 6-0 á heimavølli ímóti 07 Vestur, og í dag vann EB/Streymur 2-1 á heimavølli ímóti ÍF.

 

EB/Streymur er nú á sjeynda plássi við 19 stigum. Tað eru fimm stig aftur til níggjunda plássið, sum B68 í løtuni er á. B68 spælir í løtuni á heimavølli ímóti Víkingi.

 

EB/Streymur var mesta partin av tíðini omaná, og undan steðginum skoraði EB/Streymur eitt mál. Málskjútt eftir lítlan hálvan tíma var Boubacar Dabo, sum nú hevur skorað í trimum dystum á rað og tilsaman hevur skorað fimm mál.

 

ÍF vísti góðan hugburð, hóast tað var køld pøs av vatni, tá ið EB/Streymur beinanvegin eftir steðgin økti um munin til 2-0. Málskjútti í tí førinum var miðvallarin Emil Weihe Joensen, sum nú hevur skorað fýra mál í EB/Streyma troyggjuni.

 

ÍF hevur kós í næstbestu deildina, men fuglfirðingar vístu góðan hugburð í dag, og tað eydnaðist teimum at minka um munin og at syrgja fyri, at spenningurin varð varðveittur til síðsta bríksl.

 

2-1 málskjútti sjey minuttir eftir steðgin var miðvallarin Ruben Møller-Nielsen. Hann hevur verið so mikið nógv skaðadarvaður, at hetta bara var 10. ferðin í ár, at hann var á besta liðnum, og hetta var fyrsta ferðin í ár, at hann var málskjútti.

 

Síðstu lítlu løtuna kom av álvara øði í grindina, og tá vísti Dagfinn Forná tveimum spælarum reyða kortið. Karl Løkin hjá ÍF og Mathias Blårund vera leikbannaðir, tá ið ÍF um eina viku fer at spæla á úitivølli ímóti NSÍ, og tá ið EB/Streymur fer at spæla á útivølli ímóti Víkingi.  

 

 

 

EB/Streymur – ÍF 2-1 (1-0)

 

1-0: Boubacar Dabo 29.

 

2-0: Emil Weihe Joensen 46.

 

2-1: Ruben Møller-Nielsen 52.

 

Dómari: Dagfinn Forná