Alt er væl fyrireikað til eina so góða stevnu um gjørligt, nú Hósvík verður karmur um Sundalagsstevnuna. Men tað mest umráðandi fyri eina væleydnaða stevnu, veðrið, kann eingin fyrireika.
- Vit mugu bara vóna at veðrið verður gott. Tað hevur alt at siga fyri stevnuna, men verður tað regn, so er gott at vit hava tivoli undir skjóli í Bygdarhúsinum, sigur Høgni Lómstein, formaður í Bygdafelagnum í Hósvík. Hann er ein teirra, sum hevur staðið fyri fyrireikingararbeiðnum undan stevnuni.
Hóast tað ganga trý ár ímillum at Hósvík er stevnubygd, so missa fyrireikararnir ikki handalagið, og tá Jákup Pauli Joensen ímorgin klokkan tvey setir stevnuna, skuldi alt verið væl fyrieikað.
Longu í kvøld letur tivoli upp í Bygdarhúsinum og í skúlagarðinum verður høvi at royna kreftir við hamartorni og rodeotarvi.
Út ímóti midnátt byrjar almennur dansur í bygdarhúsinum, har All That Rain spælir. Hósvíkingar vóna at fólk koma langvegis frá í dans og hava skipa fyri busskoyring úr Havn og Vestmanna í sambandi við dansin.
Turt
Leygardagin byrja ítróttarligu stevnutiltøkini. Grand Prix súkklukapping byrjar klokkan tólv, og sum vanligt er FM-kappróður á skránni klokkan trý. Seinni út á kvøldið verður stevnuteitið hjá sjónleikarbólkinum Spírar, frumframført. Á midnátt heldur Aref T. Olsen midnattarrøðuna, og tá er bólkurin Moon Shot longu farin í gongd við at spæla til dans í bygdarhúsinum.
Sunnumorgun verður guðstænasta við Ingu Poulsen Dam, presti. Seinni út á dagin er kappsigling og barnakonsert á skránni, og Føroya Ellisakfør seta gongd á motorarnar og trilla inn í Hósvik um trítíðina.
Men aftur til veðrið. Tað sigst at fara at vera hampuligt. Nakað av vindi, men yvirhøvur turt.