Fríggjanáttina og fríggjamorgunin tann 21. august 2009 regnaði av grimd í Sundalagnum. - Vindur og regn eru ikki bestu umstøður at taka myndir í, men eg helt ikki, at eg kundi lata hendan møguleikan fara framvið, tí um stutta tíð verður lítið og einki vatn í áunum við Norðskála. Tað var einki annað at gera enn at pakka fototólið væl inn í ein góðan kláran plástposa, so bara linsugluggin var berur, og síðani at lata seg sjálvan í regnklæðir.
Soleiðis skrivar Ingvard Fjallstein, sum hevur sent okkum myndir av áarføri í Sundalagnum, sum eisini síggjast á myndatema her á síðuni.
Hann greiðir víðari frá, at hann fór frá ósanum, í Móðstøðuni, við Norðskála og niðaneftir fram við ánni.
»Í fyrstani var eitt ælaslit, so tað bar væl til at taka myndir við innpakkaða tólinum. Men so brast hann á aftur við regni og vindi. Tá var trupult at taka, tí fyrst skuldi hyggjast ígjøgunum einar regnvátar brillur, og síðani ígjøgnum ein regnvátan plastposa. So var regn á linsuglugganum, sum mátti turkast. Til seinast var bara einki líkinda at turka við.
Fýra og ein hálvan tíma seinni var eg aftur við hús, vátur inn á skinnið. Tað var bara, at fara beint í kjallaran, og lata seg úr hvørjum tráð.
Myndirnar eru skipaðar soleiðis, at fyrst verður gingið niðan við Skálá og síðani niðan við Typpisá.
Fleiri myndir síggjast á http://www.varvasteinur.net