Sundalagið sigraði 3-0

Útsetti dysturin í næstbestu fótbóltsdeildini millum EB/Streym og HB varð spældur í Streymnesi í kvøld. Fimm av ungu monnunum, sum seinastu umførini hava verið við til at manna liðið hjá HB í bestu deildini, vóru millum teir fyrstu ellivu á HB liðnum í kvøld, men kortini noyddust havnarmenninir krøktir suður aftur.

EB/Streymur vann 3-0, eftir at hálvleiksleiðslan var 1-0. Tað vóru tveir av ungu spælarunum, sum syrgdu fyri málunum hjá EB/Streymi. 18 ára gamli Hans Ejdesgaard setti hol á í 33. minutti, og sami maður tvífaldaði um leiðsluna, tá ið ein tími var farin. Fyrra málið skoraði hann, eftir at Jens Michael Jensen var fyrri á framlegging enn HB málverjin, og bólturin datt fyri føturnar á málskjúttanum, og seinna málið skoraði Hans Ejdesgaard við høvdinum eftir frísparksframleggin og sending upp á tvørs.

Fýra minuttir undan leikloki staðfesti 20 ára gamli Jens Michael Jensen 3-0 sigurin. Gestur Dam átti næstsíðsta fótin á.

07 Vestur er langt síðani flutt niður. Trý lið kappast um at sleppa undan hinum niðurflytingar plássinum. Eftir dystin í kvøld er EB/Streymur á 7. plássi við 28 stigum, FC Hoyvík hevur 26 stig, og HB hevur 24 stig.

Triði síðsta umfar verður sunnudagin, og tá verða tað tey trý, sum kappast um uppflytingina, ið skulu spæla ímóti teimum trimum, sum stríðast fyri at sleppa undan niðurflytingini. Tá sær skráin soleiðis út: Skála-Víkingur, AB-EB/Streymur, HB-TB, FC Suðuroy-FC Hoyvík og NSÍ-07 Vestur.