Tað mesta av kappingarárinum hevur EB/Streymur verið á niðurflytingarplássi í 1. deild. Eftir 25. umfar er samansetta liðið framvegis á aftasta plássi. Men 2-0 sigurin í Leirvík á teimum næstbestu hjá Víkingi ger, at teir í EB/Streymi siga seg framvegis hava mót um, at tað skal eydnast at sleppa undan niðurflyting.
EB/Streymur og KÍ hava 19 stig, og á 8. plássi er HB, sum hevur 22 stig.
Eingin ivi var í dag um, at væl mannaða EB/Streyma liðið var leikliga omaná. Miðskeiðis í 1. hálvleiki setti Arnar Dam hol á. Hann stýrdi við høvdinum bóltin í málið, eftir at innlegg frá Ronnie Samuelsen hevði tikið í tvørtræið.
Tað restaðu tjúgu minuttir, tá ið 2-0 sigurin varð staðfestur. Málskjútti var Pætur Dahl, sum skoraði eftir gott uppspæl eitt sindur í høgru, har Ronnie Samuelsen og Niels Pauli Danielsen eisini vóru uppií.