Sundalagið hevur møguleika at taka VB

Burtursæð frá Zivkovic eru vágbingar væl fyri, og í EB/Streymi eru teir fullir í sjálvsáliti eftir knúsandi sigurin mikukvøldið

Í blaðnum í gjár varð sagt, at EB/Streymur við avrikinum mikukvøldið, tá teir vunnu 4?0 á TB, vísti, at teir fara ikki at flyta niður. Spurningurin er so, um tað fer at bera teimum til at sleppa av áttanda plássinum, sum teir hava verið á higartil í ár.
EB/Streymur er tvey stig aftanfyri VB, og um teir skulu sleppa longri upp á støðutalvuna, so verður neyðugt at vinna í morgin.
? Vit eru greiðir yvir, at EB/Streymur er væl fyri, og tað verður torført hjá okkum, men vit plaga at standa okkum væl á heimavølli, heldur VB miðvallarin Palli Augustinussen, sum hevur hagtølini við sær. Í fjórðingsfinaluni í steypakappingini vann VB 2?0 á heimavølli ímóti EB/Streymi.
Hjá VB og spælandi venjaranum Marek Wierzbicki er sama fólkið tókt, sum spældi undan summarsteðginum. Undantakið er Predrag Zivkovic. Hann hevur verið plágaður av knæskaða alt kappingarárið, og tað er hann framvegis. Hann royndi at venja týskvøldið, men tað gekk ikki.
VB hevur spælt tríggjar venjingardystir. Teir hava vunnið 5?2 á TB í Vági, og so vunnu teir báðar dystirnar í kappingini á summarstevnuni í Sumba. Fyrst vunnu teir 13-1 á Royn, og so vunnu teir 9?1 á TB.

Ronnie tøkur aftur
Hjá Trygva Mortensen og teimum í EB/Streymi er lagið sjálvandi gott eftir góða úrslitið mikukvøldið.
EB/Streymur hevur fingið onkrar spælarar í summarsteðginum. Eitt nú miðvallaran Oddvin Zachariassen, sum skoraði tvær ferðir upp á brotsspark mikukvøldið. Um hann verður ímillum teir fyrstu ellivu í morgin er kanska eitt sindur ivasamt. Liðformaðurin, Ronnie Samulsen, var leikbannaður ímóti TB. Nú er hann tøkur aftur, og hann eigur ivaleyst sjálvsagt pláss ímillum teir fyrstu ellivu.