Sundalagið: Gongst sum ætlað verða Sunda kommuna í Føroyum og Rissa kommune í Noregi vinarbýir.
Spurningurin um vinarbýarsamstarv var eitt av málunum á bygdaráðsfundinum í gjárkvøldið.
Tilmælið um samstarvið við norsku kommununa varð einmælt samtykt.
Frammanundan hevði trivnaðarnevndin í kommununi viðgjørt málið. Her varð millum annað tosað um, hvørji samstarvsøki ið kundu verða áhugaverd fyri kommunurnar báðar.
Fyri Sunda kommunu hevur tað sín týdning, at samstarvað verður við eitt øki, sum hevur líknandi fortreytir sum teirra kommuna.
Sama stødd
Hugsað varð í hesum sambandi um eina kommunu, sum var sett saman av fleiri bygdum ella býum og sum hevur eitt vinnugrundarlag, ið líktist teirra.
Samband fekst síðani við Rissa kommune, ið liggur nærhendis Tróndheimi og hevur um 6000 íbúgvar.
Eitt tað fyrsta stigið í samstarvinum millum kommunurnar báðar verður veruleiki seinni í hesum mánaðinum, tá umboð fyri norsku kommununa koma í Sundalagið at kunna seg um umstøðurnar.
Hetta hendir í samband við eina skúlabarnaferð til Føroya í summar, her heitt varð á kommununa um at verða teimum til hjálpar.