Sundalagið eigur bestu smádreingirnar

Tað varð væl fylgt við í menningini av gávuríku smápiltunum og síðani piltunum og smádreingjunum í Sundalagnum fyri nú fleiri árum síðani. Við nærlagni, ídni, hugflogi og góðum bóltførleika hugtóku ungu garparnir í innandura kapp­ingum um vetrarnar og á vallunum um sumrarnar.
Krúnan á ungdómsverkinum hjá teimum var, tá ið tað í 2004 eydnaðist at vinna FM í unglingadeildini. Talvurnar siga, hvussu tað síðani hevur gingið. Hesir dreingirnir eru vornir menn, og teir hava verið við til at lyfta EB/Streym fram í toppin í føroyskum fótbólti.
Nú bendir nógv á, at eitt nýtt gávuríkt ættarlið av EB/Streyma dreingjum er á veg.
EB/Streymur hevur kappast við smádreingirnar hjá HB um at vinna FM, og í síðstu viku tryggjaðu teir í Sundalagnum sær FM steypið.
EB/Streymur hevði vitjan av Víkingi. Um tað eydnaðist heima­liðnum at vinna í hvussu so er eitt stig, so var FM heitið komið til høldar. Um tað ikki eydnaðist at vinna úrtøku, so var tað HB, sum vann meistaraheitið.
Tað eydnaðist teimum í Sunda­lagnum at vinna 2-0, og harvið var fyrsta FM heitið yngru deild­unum vunnið síðani FM í ung­linga­deildini í 2004. Hetta var sam­stundis fyrsta ferðin yvirhøvur, at EB/Streymur hevur vunnið smá­dreingja­deild­ina.
Fyrr í summar spældu Víkingur og EB/Streymur steypafinalu, og tá vann Víkingur tryggan sigur.