Sundaberg skjótan túr

Eftir at hava fiskað í seks vikur siglir Sundaberg heim við meiri enn 600 tonsum í lastini Sundaberg siglir heim við meiri enn 600 tonsum av flaki. Teir rokna við at vera á Klaksvík sunnukvøldið.

Talan er um rimmar túr. Sundaberg hevur verið til fiskarí í seks vikur, og teir siga, at tað hevur gingið framúr væl. Veðrið hevur verið gott, og hóast talan hevur um støðugt og gott fiskarí, so hava teir umborð á Sundabergi á hesum túrinum bara brotið vakt fýra ella fimm ferðir, verður sagt á heimasíðuni hjá Sundaberg:

-Veðrið at sigla er av tí allarbesta. Sólin kagar fram, tað er stilli, og tað er sum á gólvinum. Tja, lat okkum bara siga at vit kundu ikki havt betri veður. Tað vóru knappir 1020 fjórðingar at sigla frá har vit hálaðu og til hus og hjem. So ein fyribilsprognosa ljóðar, at vit verða heima sunnukvøldið, veit góða heimasíðan hjá Sundabergi at siga.