Sundaberg kom í morgun á Klaksvík undan Grønlandi, har hann hevur roynt eftir svartkalva Sundaberg hevur verið knappar tveir mánaðir burturi. Teir hava roynt undir Eystur- og Vesturgrønlandi og hava 385 tons av svartkalva í lastini.
Norðlýsið skrivar, at veiðan verður løgd inná frystigoymsluna í Ánunum, men at tað mesta skal til Japan.
22 mans hava verið við Sundabergi hendan túrin. Nú verður trolarin helst liggjandi, til farið verður í Barentshavið.