Sundabáturin sveik ikki trúføstu stuðlarnar, sum alt summar hava ferðast saman við 6-mannafarinum úr Norðdepli og Hvannasundi alt summar.
Sundabáturin vann á Ólavsøku og legði harvið henda sigurin afturat FM sigrinum, sum teir longu frammanundan høvdu tryggjað sær.
Jarnbardur legði seg beinanvegin á odda, og Jarnbardur var treiskur. Fyrsta teinín framvið Molanum fylgdust Jarnbardur og Sundabáturin stavn um stavn, men so glapp. Sundabáturin legði seg á odda, og í endaspurtinum var tað bara ein spurningur um, hvussu dyggur sigurin hjá meistarunum fór at verða.
Tøtt kapping var um næstfremsta plássið. Jarnbardur var drúgvur, og tá ið tað sá út til, at teir ikki høvdu meiri eftir, svaraðu teir í Knørrafelagnum aftur og vóru fyrri á mál enn Strálan, sum hevðí rimmar endaspurt.
Tvørábáturin, sum annars hevur verið dyggasti kappingarneytin hjá Sundabátinum, endaði á fjórða plássi.
Sundabáturin er FM vinnari, Tvørábáturin hevur vunnið FM silvur, og Strálan hevur vunnið FM bronsu.
Ólavsøka 2007 - 6 mannafør menn
1 Sundabáturin 04:28.19
2 Jarnbardur 04:32.02
3 Strálan 04:32.03
4 Tvørabáturin 04:33.00
5 Riddarin 04:36.08
6 Lómur 04:36.20
7 Rádni 04:40.12
8 Kollfirðingur 04:54.16
Støðan í FM - 6 mannafør menn
1 Sundabáturin 47 1G
2 Tvørabáturin 33 1G
3 Strálan 30
4 Jarnbardur 22
5 Lómur 8
6 Riddarin 7
7 Sølmundur 5
8 Rádni 2
9 Smyril 0
10 Kollfirðingur 0 1G