Kappingin hjá 6-mannaførunum við monnum tóktist rættiliga jøvn fyrstu róðrarnar, men nú er líkt til, at Sundabáturin hevur sett endaspurtin inn í FM-stríðnum.
Síðsta vikuskiftið vann Sundabáturin tryggan sigur á Varmakeldu, og aftur í dag eydnaðist Sundabáturin at vinna í stórum stíli heilar tvær bátslongdir framman fyri Tvørabátin, so eingin sum helst ivi var um sigurin.
Annað plássið hjá Tvørabátinum var eisini rættiliga trygt, tí hann var á leið tvær til tríggjar bátslongdir framman fyri Stráluna.
Við sigrinum er nú nógv sum bendir á, at Sundabáturin fer at vinna FM-heitið, tí nú eru heili átta stig á muni millum Sundabátin og Tvørabátin í kappingini um meistaraheitið.










