Sundabáturin bestur í Sundalagnum

Talan var um fína kapping, men tað tørnaði soleiðis út, sum tað gjørdi á vánni í Klaksvík.

Tvørabáturin legði bragdliga fyri, og tá ið bátarnir fóru um túsund metra málið, var Tvørabáturin framvegis á odda.

Men so tóku sundamenn orduliga á. Tá ið hálvur teinurin var rógvin, var Sundabáturin fremstur, og fjarstøðan aftur til Tvørabátin øktist til hálva bátslongd.

Í endaspurtinum bjóðaði Tvørabáturin av. Munurin minkaði, men ikki so nógv, at tað nakrantíð gjørdist nakar ivi um, hvør tað var, sum var fyrstur á mál. Tá ið skotini geltu, var munurin ein stórur skutur ella lítil hálv bátslongd. Eingin av hinum bátunum megnaði at blanda seg í kappingina um tey fremstu plássini.

 

1 Sundabáturin 07:50.04

2 Tvørabáturin 07:51.11

3 Gongurólvur 07:58.14

4 Riddarin 07:59.21

5 Rádni 08:06.10

6 Lómur 08:10.06

7 Jarnbardur 08:25.00

8 Víkingur 08:30.00

 

1 Sundabáturin 14

2 Tvørabáturin 12

3 Riddarin 9

4 Gongurólvur 9

5 Lómur 5

6 Rádni 5

7 Jarnbardur 2

8 Víkingur 0