Sunda kommuna heiðraði sínum

Í gjárkvøldið vórðu oyggjaleikaluttakararnir úr Sunda kommunu heiðraðir við blómum og røðu

Tað var í samband við seinnu hálvfinaluna í steypakappingini, sum var spæld á vøllinum í Streymnesi í gjár, at oyggjaleikaluttakararnir úr Sundalagnum vórðu heiðraðir.

Í hálvleikinum komu bogaskjúttar, judoíðkarar og byrsumenn inn á vøllin. Formaðurin trivnaðarnevndini í kommununi, Asbjørn Djurhuus, helt røðu fyri teimum. Hann gleddist millum annað um, at ein lutfalsliga stórur partur av gylta fonginum á Rhodos var endaður í Sundalagnum, og at Sundalagið hevði annað at bjóða uppá enn bara fótbólt.

Síðani fingu íðkararnir blómur handaðar, áðrenn tey vóru klappað av aftur vøllinum.