Sunda kommuna er farið í holt við at gera eitt kampingpláss við Gjógv, sum skal hava allar hentleikar, sum krevjast til eitt nýmótans kampingpláss.
Hetta fer væntandi at styrkja støðuna hjá Gjógv, sum ferðamannabygd enn meira. Nýggja kampingplássið verður bygt á tí, sum upprunaliga var ætlað at verða ídnaðarøkið. Kampingplássið kemur at liggja omanfyri gamla elementvirkið.
Í ljóðbrotinum undir myndini ber til at hoyra gjáarmannin, Sofus D. Johannesen, sum er býráðslimur í Sunda kommunu greiða frá tí nýggja kampingplássinum.
(Mynd: Birgir Waag Høgnesen)