Sunda kommuna fær sína fyrstu jarðhitaskipan

- Hetta verður fyrsta jarðhitaskipan hjá kommununi, men frameftir er tað okkara ynski, at allar útstykkingar og nýbyggingar, ið kommunan stendur fyri, skulu hava grønar orkuloysnir.

Núverandi oljufýring í kommuskrivstovuni á Oyararbakka verður í hesum døgum skift út við eina grøna loysn.

 

- Vit ynskja at ganga undan á grønu leiðini, og í sambandi við umbyggingina av kommunuskrivstovuni á Oyrarbakka hevur kommunan valt at skifta til jarðhitaskipan.

 

Tað siga tey í Sunda kommunu í dag.

 

Avtala er gjørd við Demich sum veitara um at standa fyri verkætlanini, har Jarðhiti tekur sær av brunnboringini.

 

- Fríggjadagin í síðstu viku byrjaði Jarðhiti at bora eitt 400 metrar djúpt hol, og væntandi koma teir longu á mál miðskeiðis í hesu vikuni.

 

Í Sunda kommunu siga tey, at tá hetta arbeiðið er gjørt, fer Demich at skifta verandi oljufýring út við jarðhitapumpu.

 

- Hetta verður fyrsta jarðhitaskipan hjá kommununi, men frameftir er tað okkara ynski, at allar útstykkingar og nýbyggingar, ið kommunan stendur fyri, skulu hava grønar orkuloysnir, verður lagt aftrat.

 

##med2##

 

Fríggjadagin í síðstu viku byrjaði Jarðhiti at bora eitt 400 metrar djúpt hol.