Sunda kommuna: Bussleiðin er komin fyri at vera

- Bussleiðin er komin fyri at vera.


So avgjørd eru tey í Sunda kommuna, aftaná at seinastu hagtølini fyri bussleiðina hjá kommununi vísa, at borgarar í alsamt størri mun eru farin at brúka tænastuna hjá kommununi, ið einans hevur tvey ár á baki.


Í fjør koyrdu 6.033 ferðandi við bussleiðina og er tað ein hækkan á umleið 300 ferðandi frá undanfarna ári, tá 5.686 borgarar brúktu tænastuna. Tað upplýsir kommunan á heimasíðuni.


Talan er um eina ókeypis tænastu til borgarar í Sunda kommunu og koyrir bussleiðin allar gerandisdagar frá kl. 16.00 til 22.00.


Tað var í 2017, at bussleiðin í Sunda kommunu sá dagsins ljós og eydnaðist tað so mikið væl, at býráðið í fjør samtykti at bussleiðin skuldi halda áfram í 5 ár aftrat.


Á heimasíðuni hjá Sunda kommunu verður upplýst, at nakrar broytingar verða kortini gjørdar í ferðaætlanini, ið koma í gildi 7. januar. Nýggja ferðaætlanin kann síggjast á heimasíðuni hjá kommununi.