Sunda kommuna bjóðaði 33 skúlanæmingum í føðingardag

Í gjár var veitsludámur á Oyrarbakka í sambandi við 15 ára føðingardagin hjá Sunda kommunu

Øll ung í 8. flokki í Skúlanum við Streymin, 33 í tali, vóru boðin í føðingardag hjá Sunda kommunu, sum var hildin í gjár.

Sunda kommuna fylti 15 ár 1. januar 2020, og Trivnaðarnevndin hevur tí avgjørt at bjóða teimum, sum er fødd sama ár, sum kommunan varð stovnað, í føðingardag. Hesi somu børn vóru eisini í føðingardag, tá kommunan fylti 10 ár.

Tey møttu á kommunuskrivstovuni og fingu handað eina gávu í part frá borgarstjóranum. Síðani varð farið yvir í ítróttarhúsið við Margáir at eta fisk og kips frá Sjógæti.

Borgarstjórin helt røðu og greiddi frá um Sunda kommunu, og byggingina av nýggja skúlanum og ítróttarhøllini við Streymin. Tey ungu fingu síðani høvi at seta borgarstjóranum spurningar.

##med3##

Millum annað vístu tey á, at tørvurin at sleppa at taka koyrikort til skutara er stórur í Sundalagnum, og at tey kundu hugsað sær at møguleikarnir fyri havsvimjing gerst betri við at kommunan kundi sett upp brúgvar við stigum.

Eisini gjørdu tey vart við, at ungdómshúsið er eitt sera gott átak, har eru tey brúka nógva tíð.

##med2##