Á bygdaráðsfundi mánakvøldið í næstu viku fer Sunda kommuna at viðgera uppskotið um fíggjarætlan fyri 2008 Sambært uppskotinum fer kommunan at gera íløgur fyri slakar 11 mió. krónur. Av hesum skulu 3,5 mió. brúkast til útstykkingar, 500.000 krónur til nýgerð av vatnviðurskiftunum, 700.000 til nýgerð innan havnir, 800.000 til læknamiðstøð, og tann størsta einstaka upphæddin, 5,5 mió. krónur, fer til skúlabygging.
Uppskotið javnvigar við góðum 58 mió. krónum, og skattaprosentið verður óbroytt. Barnafrádátturin verður 5.000 krónur sum er tað sama sum í ár.
Sunda kommuna hevur avgjørt at raðfesta skúlarnar og skúlaøkið sum heild í framtíðini. Hetta verður m.a. gjørt við at byggja nýggjan skúla í Hósvík, sum eftir ætlan skal standa liðugur til skúlaársbyrjan í august 2008.
Arbeitt verður við at endurskoða allan skúlabygnaðin í kommununi, og fyrst í oktobur mánaði verða fundir millum bygdaráðið, skúlaleiðararnar og skúlastýrini. Tá ein niðurstøða av hesum arbeiði er gjørd, verður almennur fundur, har uppskot um broytingar verða løgd fram, og fólk kunnu siga sína støðu til skúlarnar og skúlabygnaðin nú og í framtíðini, skrivar Sunda kommuna á heimasíðuni.










