Smyril legði at á Sundi í morgun fyri at royna Sund sum eitt alternativ til Havnina.
Tað gekk bæði skjótt og væl hjá Smyrli at koma at inni á Sundi, tá strandfaraskipið royndi Sund sum eitt alternativ til Havnina.
Veðrið var av tí besta, tá Smyril klokkan gott 10 kom inn á Sund, og tað gekk bara ein lítil løta, áðrenn skipið lá við rampuna.
Men Smyril hevur bara fatur í keikantinum ein triðing av skipinum, og tí er ógvuliga ivasamt, um Smyril kann liggja her í nógvum vindi.
Tað heldur skiparin á Smyrli, Niels Harald Michelsen eisini.
- Vit strekkja okkum langt, og tað er bestemt ikki illvilji, men vit mugu arbeiåa við teimum fortreytum, vit hava. Tað er eisini tí, at vit gera hesa royndina við Sundi sum eitt alternativ til Havnina, sigur Niels Harald Michelsen, skipari.
Smyril er 135 metrar langur og kaikanturin bert 65 metrar.
- Hartil mugu vit liggja nakað út frá rampuni, so í veruleikanum er talan bert um 62 metrar. Tað gekk væl í morgun, men tað kann nógv ganga galið í vindi og stormi, so eg vænti ikki, at Sund kann brúkast sum alternativ til Havnina, sigur Niels Harald Michelsen, skipari á Smyrli.










