Sumt er vorðið dýrari – men sumt er eisini nógv bíligari

Tað kostaði at kalla tað sama at liva í Føroyum í fjør, sum í fyrrárið – men prísirnir á summum vørum eru nógv broyttir

 

Tað kostaði at kalla tað sama at liva í Føroyum í fjør sum tað gjørdi í fyrrárið. Tað kann staðfestast, nú Hagstovan hevur gjørt prísgongdina hetta einasta árið, upp. Uppgerðin vísir, sum sum heilt varð 0,3 prosent dýrari at liva í Føroyum í 2020 enn tað var í 2019.

Hagstovan sigur, at verður hugt eftir gongdini hesi seinastu árini, sæst, at hesi seinastu árini frá 2017 til 2019, eru prísirnir hækkaðir stívliga eitt prosent í miðal um árið. Men hóast prísirnir, sum heild, hava staðið í stað í fjør, er stórur munur á, hvussu gongdin hevur verið í ymsum vørubólkum.

Føroyingar brúka umleið 20 prosent av inntøkuni til mat og drekka, og í miðal hækkaðu prísirnir í hesum høvuðsbólkin 1,7 prosent í fjør, afturímóti 2019.

Ein næstan líka stórur partur av inntøkuni fer til bústaðarútreiðslur av ymsum slagi og í hesum vørubólkinum eru prísirnir lækkaðir heili 4,2 prosent í fjør. Hagstovan sigur, at tað er serliga tí at prísirnir á húsarhaldsolju eru lækkaðir eini 20 prosent í fjør – og tað er korona, sum hevur trýst prísin niður.

Vit brúka eisini lutfalsliga nógvar pengar til flutning og har hevur prísgongdin eisini verið til fyrimunar fyri okkum, tí í miðal var prísurin á brennievni til akfør, 16 prosent lægri í fjør enn hann var  í 2019 – men haraftur ímóti er prísurin á bilum hækkaður 3,2 prosent. Men  annars vóru prísirnir á vørum og tænastum í hesum høvuðsbólki at kalla teir somu í fjør sum teir vóru í 2019.

Hinvegin hava gistingarhúsini staðið gapandi tóm í fjør, tí korona hevur forðað fólki í at ferðast og úrslitið av tí var, at prísirnir á gisting eru lækkaðir nógv. Men hinvegin brúka føroyingar ikki so nógvar pengar upp á gisting, so hetta sæst ikki so væl aftur í heildarmyndini.