Summi verða vónbrotin jólaaftan

Ársins best umtókta jólagáva er útseld í øllum norðurlondum

Tað hevur verið sannur gravgangur eftir sonevndum airpods sum jólagávu í ár. Airpods eru smá, tráðleys høvuðlurt, sum Apple fyritøkan framleiðir. 

Longu í farnu viku vórðu airpods útseldir í Føroyum. Onkrir av handlunum fingu fleiri airpods til landið, men teir vóru rivnir burtur, og handlar hava havt langar bíðlistar, um teir kundu skaffa fleiri. Ein av føroysku ketunum vil vera við, at tey kundu selt fleiri hundrað airpods afturat. 

Tað er vónleyst at fáa fatur á fleiri airpods nú upp undir jól, og allur tann norðurlendski marknaðurin er dustsogin fyri hesi høvuðlurt. 

Aðrastaðni royna handlar at gera vart við alternativar airpods frá framleiðarum sum Sennheiser, BeatsX og Jabra.