Summi tørn eru long og strævin

Mánadagin løgdu fimm línuskip veiðina upp á Toftum, men týsdagin og mikudagin var eingin landing. Soleiðis er lívið hjá einum landara, sum noyðist at laga seg eftir, nær skipini eru inni. Summir dagar eru langir, men aðrar dagar er lítið og einki at gera

Landing

 

At vera landari krevur, at tú ert væl fyri likamliga og ert frískur. Tað kann vera strævið til tíðir, tá dagarnir eru langir. Eru nógv skip, og tey hava fingið fisk, kanst tú vera til arbeiðis heilt upp í einar 12-14 tímar út í eitt. Hetta er kanska serliga uppundir harðan streym, tá flestu línuskip koma inn í senn.

Alt eftir, hvussu nógvan skund skipini hava, verða tey aftur gjørd klár til nýggjan túr, og hesum taka landararnir sær eisini av. Lastin skal spulast, kassarnir skulu fáast umborð aftur, og síðan skulu skipini hava agn til næsta túr.

Ein slíkan dag høvdu tey á Landingarmiðstøðini á Toftum mánadagin, tá fimm línuskip løgdu fiskin upp.

 

Undir Føroyum

Skipini, sum landaðu mánadagin, vóru Kambur, Eystnes, Sigmundur, Thomas Nygaard og Vesturhavið. Øll høvdu roynt undir Føroyum, og onkur hevði verið á Íslandsrygginum.

Veiðan lá úr stívliga 45.000 pundum upp í eini 70.000 pund.

Hjá teimum, sum høvdu roynt á djúpum vatni, var stórur partur av veiðini brosma og longa, meðan onkur hevði fingið væl av toski á Íslandsrygginum og á Munkagrunninum.

Kambur hevði størstu nøgdirnar, umleið 70.000 pund, harav ein stórur partur av veiðini var toskur. Sigmundur hevði eisini væl av toski í sínari veiði.

Seinasta leygardag vóru eisini tvey línuskip inni og landaðu. Tað vóru Eysturoyingur og Havbúgvin, sum høvdu ávikavist 50.000 og stívliga 30.000 pund. Havbúgvin hevði bara fýra setur á túrinum.

 

Turt gólv

Týsdagin og mikudagin í hesi vikuni var eingin landing á Toftum, men í dag er línuskipið Margit inni við 34.000 pundum, harav meginparturin er brosma og longa. Nakað er eisini av øðrum fiskasløgum, eitt nú hýsu, hvítingi og toski.

Hóast streymurin hevur verið rættiliga harður, og nú byrjar at linka aftur, eru onkur línuskip framvegis til fiskiskap. Eitt nú eru Mascot og Morgunstjørnan, sum plaga at landa á Toftum, úti, og ætlandi kemur Morgunstjørnan inn at landa mánadagin í næstu viku. Óvist er, nær Mascot kemur aftur av túri.

Eysturoyingur fór útaftur í gjár, og Kambur er helst eisini farin.

Hini skipini gera eisini klárt at loysa til nýggjan túr.

 

10-12 landarar

Harry Benjaminsen, sum starvast á Landingarmiðstøðini á Toftum, sigur, at tá flest skip eru inni í senn, og teir eru best mannaðir, eru einir 10-12 mans við í landingini.

- Vit hava tveir kranabilar, og tað er eingin trupulleiki at landa tvey skip í senn.

Hann vísir á, at summi tørn kunnu vera long og strævin, og síðan kemur kanska eingin fiskur upp á land teir næstu dagarnar.

- Hava vit havt eitt lagt tørn, sum eitt nú mánadagin, verða skipini ofta ikki gjørd klár til nýggjan túr fyrr enn dagin eftir. Alt veldst um, hvønn skund tey hava.

Hann sigur, at tað onkuntíð kemur fyri, at skúlanæmingar koma føstu landarunum til hjálpar, tá ið allarmest er at gera.

- Nakrir av landarunum hava verið leingi í starvi hjá Landingarmiðstøðini, og onkur er, sum hevur verið við at kalla øll árini, sigur Harry Benjaminsen.

Tað er Niclas Davidsen, sum er landingarformaður og hevur til uppgávu at skipa fyri landingini á Toftum. Hetta ábyrgdarstarv hevur hann havt meginpartin av tíðini, síðan Fiskamarknaður Føroya byrjaði sítt virksemi á Toftum tíðliga í nítiárunum.