Seinastu vikurnar hevur veðrið verið sera gott. Sólin hevur skinið næstan hvønn dag, og lítið og onki regn hevur verið.
Petur Skeel Jacobsen, veðurfrøðingur, sigur at hetta ikki er óvanligt fyri februar mánað.
- Ì fjør komu bara 65 millimetur av avfallið, higartil í februar eru 70 millimetrar komnir. Normalt fyri februar eru 114 millimetrar, sigur Petur Skeel Jacobsen.
Tað er eitt hátryst, sum hevur ligið omanfyri Føroyar seinastu tíðina, sum hevur gjørt at veðrið hevur verið so fagurt.
- Komandi dagarnar verður kaldari, og í næstu viku ferð hitin allan vegin niður í 5 minusstig. Væntandi kemur eisini eitt sindur av kava, sigur Petur Skeel Jacobsen.
Annars hevur alt árið verið ógvuliga lýtt, og tí hava blómur verið at sæð nógva staðni. Hesar fáa sær nokk ein dyggan smeit í næstu viku, tá kuldin kemur.