Tað verður upp í eitt andøvsgul av eystri og landnyrðingi, 2-7 m/s. Tað verður turt og sólglottar.
Hitin fer at liggja millum átta og 13 stig. Í støðum heitari.
Í kvøld og í nátt heldur vindurin sær, meðan hitin lækkar niður í tvey til seks stig. Tað verður samdrigið og møguliga mjørki.
Hevur tú myndir av góðveðrinum, so ert tú vælkomin at senda tær til okkara á post(at)sosialurin.fo ella á Facebook síðuna In.fo