Seinnapartin í dag fara Monika Stauss Joensen á violin, Birgitte Schnakenburg á klaver og Ken Jones á trompet at framføra sum kamartrio á árligu Summartónunum 2013.
Konsertin hjá teimum trimum í dag verður í Listasavninum á Sandi klokkan 16.30.
Tey fara at framføra tvey verk fyri ávikavist violin og klaver eftir Smetana, fyri trompet og klaver eftir Hubeau og tvey nýggj verk eftir Leif Hansen og Paula í Sandagerði fyri violin, trompet og klaver.
Eisini í ár skipar felagið Føroysk Tónaskøld fyri ymiskum konsertum runt um landið við tí endamáli at menna føroyskan tónleik.
Konsertin á Sandi í dag er ein liður í hesum virksemi, og konsertskráin hesaferð er minni enn ein tíma, men her verður eingin steðgur.
Atgongumerki til konsertina í Listasavninum á Sandi fæst við dyrnar fyri 50 krónur.