Summartónar og frumframførslur

Fríggjadagurin er serstakur, tá tað ræður um tónleikafagnaðin Summartónar, tí Tórshavnar Stór Band setur frumframførslur ovast á breddan. Klokkan 19;30 fríggjadagin er Norðurlandahúsið karmur um serstaka konsert við Tórshavnar Big Band. Sjálvir lýsa tónleikararnir konsertina soleiðis: Eitt stórt orkestur, 20 tónleikarar, 8 tónasmiðir, 8 tónlistaverk, ein tónleikastevna, ein møguleiki, einaferð.

Tórshavnar Stór Band hevur síðstu 3 árini gjørt nógv um seg her heima, og hevur fingið ikki minni enn 18 nýggj føroysk verk skrivaði til orkestrið. Átta av teimum vera at hoyra á Summartónum. Hesi løgini eru

Samba for Sunshine ? Arnold Ludvig

Dusy blues ? Magnus Johannesen

Elf zvølf und dann ? Atli Petersen

Rura ? Búi Petersen

Heimið ? Kim Hansen, Edvard N. Debess

Belief Relief ? Leivur Thomsen

Manilla the Nun ? Heðin Ziska Davidsen

Kafwibbit ? Hans Petur í Brekkunum

Ólavur Olsen stjórnar stórbandinum.

Marselis Kvartettin spælir í Gamla Skúla á Viðareiði klokkan 20;00.

The New Arrivals spæla í Sjónleikarhúsinum í Havn klokkan 22.30: Tom van der Zaal, alt soxofon, Floriaan Wempe, tenor soxofon, Sjors Segaar, piano, Boris Oostendorp, bass, Remi Troost, trummur og so er session við Odd-Arne Jacobsen..