Summartónar á Hvonn

Komandi týskvøld er aftur jassur á skránni á Hvonn, og verður tað hesaferð Summartónar sum setur sín dám á tónleikin. Tónleikararnir eru guitarleikarin Odd Arne Jacobsen saman við Edvard N. Debes, ið leikar á bass. Samstundis er saxofon leikarin Brandur Øssursson, ið má sigast at vera ein sonn legenda her á landi, gestatónleikari. Odd Arne er norðmaður, Edvard er føroyingur og Brandur er dani.

 

Tónleikurin byrjar áleið 21 tíðina.