Summartónar fara aftur í ár at seta dám á føroyska summarið. Summartónar er stevna fyri klassiskan tónleik, og - sum tað eitur í skránni – contemporary music.
Summartónar hava í mong ár verið partur av ljósu tíðini í Føroyum. Mótvegis so mongum øðrum tiltaki, so røkka Summartónar út um miðstaðarøkið, og útjaðarin fær sín lut í spælda tónleikinum.
Tað er Felagið fyri Føroysk Tónaskøld og Norðurlandahúsið, ið skipa fyri hesi tónleikastevnuni.
Summartónar 2008
Summartónar 2008 byrja í morgin, 1.juli. Skráin, sum er løgd út á kunningarstovur og onnur almenn støð, er spennandi og fevnir eisini víða.
Fleiri frumframførslur eru á skránni í ár. Føroysk tónaskøld eiga 15 av frumframførdu verkunum, og útlendsk tónaskøld eiga 9 av verkunum.
Byrjað verður týsdagin 1. juli við konsert í Klæmintsgjógv frá klokkan 13 til 18.. Har spælir trombonleikarin Dávur Juul Magnussen verk eftir Timothy Cooper, ið nevnist Consequences.
Í Trongisvágs Skúla verður konsert klokkan 20:00 við Rebeccu Persson (sopran) og Birgittu Schnakenburg (klaver). Á skránni eru verk eftir Schierbeck, S. Rasmussen, K. Blak, P.í Sandagerði og C. Nielsen.
Í skúlanum í Nólsoy framførir Carmen Flamenco klokkan 20:00. Maria del Carmen Alvarez Jurado er dansari og tónleikarar eru Juan Hernando Celi og Francisco de Paula Luna Garcia.
Sosialurin fer hesa vikuna framhaldandi at skriva um tað, sum Summartónar hava at bjóða.