Summartónar 2002 byrja mánadagin

Í tíggju ár hevur tónleikafagnaðurin Summartónar nú verið fastur summargestur í Føroyum. Kring landi eru konsertir og hol verður sett á ljómin mánadagin. Á skránni eru bæði føroysk og útlendsk tónlistaverk og tónleikarar

Mánadagin verður hol sett á Suumartónar 2002. Síðani 1992 hava Kristian Blak og onnur skipað fyri hesum tónleikafagnaði, ið er okkara klassiski tónleikafagnaður. Føroyskir tónleikarar leika og vitjandi tónleikarar uttan úr heimi koma til Føroya at leika.
Á skránni eru altíð mong ymisk verk, eisini føroysk. Og vanliga eru eisini nýggj føroysk verk á skránni, ið verða leikt og frumframførd av bæði føroyskum, eins væl og útlendskum tónleikarum.
Hetta er eitt vindeyga úteftir, har føroyingar vísa, hvat føroysk tónaskøld fáast við. Og eisini kemur eitt lot inn og gevur íblástur.
Annað sermerkt við Summartónum er, at ikki alt gongur fyri seg í miðstaðarøkinum. Kring landið verður spælt og óivað fegnast mong um hetta. Spælt verður í ár í Mykinesi, Suðuroynni, Hesti, Norðuroyggjum og á meginoyggjunum.
Summartónar byrja nú mánadagin tann 17. juni og halda fram í 4 vikur. Tó eru flestu konsertirnar fyrstu vikuna. Tær væl umtóktu helliskonsertirnar byrjaðu tó longu í maj og halda fram til á ólavsøku.
Tey leikandi
Les Percussions Claviers de Lyon úr Frakland er stovnaður í 1983. Bólkurin troytir til fullnar keyboard og slagverkstónleik. Høvuðsljóðførini eru vibrafon, marimba, bassmarimba, sylofon og klokkuspæl.
DuoDenum er stovnað í 1992 við tí fyri eyga at spæla nýggjan klassiskan tónleik, sum er skrivaður fyri saxofon og slagverk.
Albin Brass er stovnað í London fyri tveimum árum síðani. Limirnir hava gingið á Royal Academy of Music í London. Føroyingurin Andras Olsen spælir trombom í bólkinum, sum spælir fjølbroyttan tónleik. Liminir eru úr Svøríki, Argentina, Onglandi og Føroyum.
Tórshavnar Manskór er sett á stovn í 1985 og telur í løtuni 26 sangarar. Hans Pauli Tórgarð stjórnar kór-inum. Kórið syngur fjøl-broytt úrval og føroyskur tónleikur, yngri og eldri, er vanligur partur av sangskránni.
Vefsn Ensemblet, stovnað í 1991, er yrkistónleikabólkur úr Mosjøen í Noreg. Bólkurin er settur saman av kendum sololeikarum og kamartónleikarum. Bólkurin hevur frumframført eitt ótal av verkum. Bólkurin hevur verið stigtakari til fleiri stórar verkætlanir.
Aldubáruna kenna føroyingar flestir. Bólkurin er stovnaður í 1995 av føroyskum tónleikarum í Føroyum og uttanlands. Føroyskur tónleikur er nærum altíð á skránni og bólkurin hevur bílagt og frumframført verk hjá føroyskum tónasmiðum bæði heima og úti.
Mad Cow Sing er sjeymannabólkur, ið er torførur at bólka. Tónleikurin verður lýstur sum ein kanningarferð við opnum sinni á marknaøkinum millum klassiskan tónleik, rútmiskan tónleik og jazz. Kendi Benjamin Koppel stovnaði bólkin í 1996. Bólkurin spælir bert tann 30. juli sum liður í konsertrøðini sunnudagar við Gjógv
Atli Ellendersen og Sune Vejlby Brogård. Atli er úr Fuglafirði. Hann leikar violin. Hevur leikt í Danmark og Svøríki. Hann hevur búð í Brasilia síðani 1989, har hann hevur spælt við Blumenau Kamarorkestrinum og Auracaria Kvartettini. Hann hevur seinnu árini verið listarligur leiðari hjá Curitiba Kamarorkestrinum. Sune V. Brogård er dani og leikar klaver. Hann hevur fleiri ferðir framført saman við Atla í Føroyum.
Mpiri er lítið føroyskt kamarkór, sum heldur til í Keypmannahavn. Bólkurin leggur seg eftir at framføra nýggjan føroyskan kórtónleik. Bíløgd eru verk eftir fleiri føroysk tónaskøld, serliga Trónd Bogason, Paula í Sandagerði og Kára bæk.
Hljómleyki er kamarkór, stovnað í 1974. Kórið telist millum bestu kór í Íslandi og leggur dent á nýggjari íslendskan tónleik. Íverksetur minst eitt stórt verk árliga. Bernharður Wilkinson stjórnar. Hann stjórnar eisini Íslands Symfoniorkestri og leikar í Reykjavík Wind Quartet, sum hevur vunnið altjóða viðurkenning og hevur vitjað í Føroyum. Bernharður Wilkinson stjórnaði eisini, tá fyrsta føroyska symfoniin, sum Sunleif Rasmussen skrivaði, varð framførd.
Á listastevnuni verða spæld verk eftir mong tónaskøld, Sunleif Rasmussen, sum júst hevur fingið tónleikavirðisløn Norðurlandaráðsins, Bjarni Restorff, Kristian Blak, Pauli í Sandagerði, Atli K. Petersen, Tróndur Bogason, Kári Bæk, Edvard Nyholm Debes, Hsueh-Yung Shen.
Snotuligur bóklingur við skrá og øðrum upplýsingum er gjørdur, sum vanligt er, so har ber til at ogna sær kunnleika um tiltøkini, sum annars eisini verða lýst nærri, áðrenn framførslu.
Føroyska summarið er byrjað og summartónar ljóma í bygd og býi.