Summarsiglingin hjá Norrönu endað

Norrøna fór sín seinasta tú í summarsiglingini av Havnini gjáramorgunin til Handstholm. Við vóru 358 ferðafólk og 158 akfør.

Summarsiglingarskeiðið hevur í ár verið 16 vikur ímóti 14 vikum í fjør.

Norrøna hevur í summar ført 72.163 ferðafólk og 18.109 akfør ímóti 50.967 ferðafólkum og 13.429 akførum í 1997. Hetta merkir eina framgongd í ferðafólkatalinum upp á 42% og 35% fleiri akfør.

Fimm ár á rað, frá 1993 til og við 1997, sigldi Norrøna ikki til Hetlands, og í Danmark varð siglt uppá Esbjerg ístaðin fyri Hanstholm.

Tá summarsiglingin í ár byrjaði, varð siglingarmynstrið frá 1992 og harvið Hetlandssiglingin uppafturtikin.

Samanborið við 1992, tá Norrøna flutti 56.223 ferðafólk og 13.047 bilar, hevur hon í ár ført 28% fleiri ferðafólk og 39% fleiri akfør.

Leyugarkvøldið klokkan 20 byrjar heilárssiglingin hjá Norrønu úr Hanstholm við komu á Havnina mánamorgun kl 06.00. sambært vetrarferðaætlanini, sum er galdandi til mai næsta ár, verður siglt ein túr um vikuna millum føroya og Danmark. Frágerðirnar av Havnini verða fríggjamorgun kl 8.30 við komu til Hanstholm leygardag klokkan 16:00.

Summarsiglingin hjá Norrønu næsta ár verður ongd við tveimum vikum upp í 18 vikur og byrjar leygardagin 15. mai, tá siglt verður úr Hanstholm klokkan 20:00.

Til fótbóltstúrin til Aberdeen við fráferð 12. oktober hava umleið 350 fólk biðið um ferðaseðil. Enn er meir enn ein mánaður til siglt verður, so tey á Smyril Line vænta rættuliga góða luttøku.