Brátt er summarið 2018 minnir. Miðlahúsið hevur tí fregnast, hvat nøkur av teimum, ið vit kenna úr almenna rúminum, hava tikist við í summar. Miðlafólk, tónleikarar og politikarar. Felags er, at summarið bjóðar frítíð, hvíld og ofta øðrvísi upplivingar. Her er tað Georg L. Petersen, blaðstjóri á Dimmalætting, sum svarar:
Les eisini: Summarprát: Summar, sól og serøl
"Vit royna so ofta tilber at ferðast til Kroatia um summarið. Pápi Katarinu, konu mína, er kroati, og tí er upplagt at vitja tann vegin. Soleiðis er eisini í ár, og vit komu beint í ógvusligan hita, eini 39 stig. Vit royna at njóta sólina, men mítt hvíta hold tolir ikki alt ov nógv í senn, og tá kann vera gott at seta seg inn um eina løtu at lesa. Eg havi lisið bókina um Astrup, og farið nú í gongd við hana um Trump, Fire and Fury.
Les eisini: Summarprát: Fyri fyrstu ferð á G! og Aria saman aftur
Einaferð áður havi eg havt turra grind við mær til Kroatia at bjóða pápa Katarinu, Vlado, pápabeiggjanum, Bruno, og konunu, Georgia – ja, vit eita næstan tað sama, men her stavast hon Ðurða. Teimum dámdu føroyska matin seinast, men tað var uttan spik. Hesaferð hevði eg eisini vakumpakkað spik. Ólavsøkukvøld settust vit so á terassuna at njóta matin – og bingo! Eftir stuttari løtu var lykkjan og spikið etið, og eg havi varhugan av, at tey kundu etið meira. Snapsin hevði eg ikki við, men ein vælkøldur slivovic (blommubrennivín) virkaði fínt saman við góða kroatiska ølinum og víni.
Les eisini: Summarprát: Hvíld og at løða til framførslur
Ein fín ólavsøku i bakandi sól og stuttum buksum.
Júst her vit búgva eru fá ferðafólk. Talan er um eina fjallabygd, Viskovo, sum liggur uttanfyri stórbýin Rijeka. Vit hava verið ein túr í lítla býnum Vrsar, sum liggur á hálvoynni Istria, og har eru nakað fleiri ferðafólk, uttan at vit tó vórðu yvirrend. Eitt fantastisk land, og eg trúgvi, at mangir føroyingar høvdu kenst seg heima í mongu tunlunum, sum hava ein standard a la føroysku undirsjóvartunlarnir. Tað kostar at koyra longu strekkini, og túrurin til Vrsar kostaði okkum einar 110 krónur aftur og fram í avgjøldum, men afturfyri verður bjóðað eitt gott og væl hildið veganet, so tær pengarnir vóru væl latnir.
Les eisini: Summarprát: Rýmdi heim undan hitanum
Nú skulu vit bara njóta næstu dagarnar í sólini. Kanska gloypi eg um nakrar bøkur afturat, tá sólin gerst ov ágangandi. Og ein túrur til okkurt pizzaria at keypa eina pizza fyri 35 krónur, og eina ½ litur øl fyr 12 krónur, ella eina sodavatn fyri 15 krónur, at sløkkja tostan við. Jú, ferian er góð."
Les eisini: Summarprát: Nøgd og eitt summar ríkar