Fleiri børn hava ilt við at lesa og skriva, men tey eru ikki øll orðblind.
Teimum tørvar eitt eyka skump í lesi- og skrivimenningini, og har er Summar-fugla legan eitt tilboð.
Legan plagar at vera í Skúlanum við Løgmannabreyt beint eftir, at skúlaárið er liðugt.
- Tað byrjaði við, at eg og ein annar lærari, sum eins og eg eisini er lesivegleiðari, tosaðu um alt, sum er hjá børnum at fara til um summarið. Hví ikki eisini bjóða lesiveikum børnum at vera saman upp á ein annan máta og samstundis hava tað stuttligt, sigur Joan Knudsen.
Legan er ein dag, og hon hevur fingið navnið Summar-Fugla legan.
- Endamálið er, at eftir summarleguna skulu hesir skerdu fuglar klára at flúgva, soleiðis at teir kunnu gerast frælsir at ogna sær vitan og førleika at samskifta gjøgnum hetta henta amboðið, sum lesi- og skriviførleikin er, sigur Joan Knudsen.
Á leguni læra børnini ymiskt um land, fólk og samstundis, og stundir eru eisini til spæl og at hava tað stuttligt.
Men áðrenn legan byrjar, hava fyriskipararnir ein fund við foreldrini og tosa um, hvat foreldrini kunnu gera fyri at hjálpa børnunum. Foreldrini hava eisini ein leiklut.
Aldursbólkurin er avmarkaður til teir tríggjar árgangirnar, tí í fjórðu flokki økjast krøvini.
Áhugin fyri at koma á Summar-fuglaleguna er sera stórur. Í fjør var fullteknað sama dag, sum lýst varð við leguni. 80 børn slullu við.
Í næsta mánaði verður lýst við, nær legan í summar verður.









